tordur-eid.jpg
Tórur Eið Eliasen.

Ungdómslandsliðið til Riga úttikið

Í døgunum 15. - 17. februar fer føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis at luttaka í Riga City Council's Youth Cup í Lettlandi. Luttakandi lond har eru eitt nú Lettland, Litava, Hvítarussland, Estland og Ísland.

 

Sjey spælarar úr feløgunum Tór í Havn og TBF á Tvøroyri eru úttiknir. Venjarar á hesum túrinum verða Pætur Albinus og Hallur Thorsteinsson, meðan Andras Nolsøe verður við sum ferðaleiðari.

 

Hópurin:

Ári Fríðason Jensen (Tór)
Heri Lava Láadal (Tór)
Høgni Heinason (Tór)
Rói Seyer Hjaltason (Tór)
Tórur Eið Eliasen (Tór)
Anja Wongwai (TBF)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)