riga-4.jpg
Rói S. Hjaltason sæst her í dysti ímóti einum úr Ukraina.

Tríggir føroyingar spældu seg víðari í Riga

Leikararnir á føroyska ungdómslandsliðnum hava í dag spælt fyrstu dystirnar í Riga City Council's Youth Cup 2019, ið er ein stinn altjóða kapping, sum verður spæld í lettiska høvuðsstaðnum, Riga. Luttakandi lond eru eitt nú Ongland, Hvítarussland, Ukraina, Litava, Noreg og Ísland.

 

Føroyingarnir løgdu væl frá landi tíðliga í morgun, og longu eftir fyrsta umfar høvdu Tórur Eið Eliasen, Rói Hjaltason og Høgni Heinason tryggjað fyrstu føroysku sigrarnar. Hesir sigrarnir merktu samstundis at teir tríggir spældu seg víðari úr bólkaspælinum. Teir rendu seg allir í sera harða mótstøðu í 1/16-finaluni, har teir ruku út, men tó kundu fegnast um at hava spælt seg víðari úr bólkaspælinum, sum var eitt gott avrik í sær sjálvum, og eisini at hava møtt so stinnum leikarum, ið teir ongantíð hava møtt áður.

 

Ári Fríðason Jensen og Heri Lava Láadal gjørdist ov stuttir í bólkaspælinum, men teir vunnu tó fleiri av plaseringsdystunum aftaná og fingu samstundis týðandi og munagóða dystarvenjing. Eftir stóð, at Føroyar fingu tríggjar leikarar í topp 32 út av teimum útvið 100 luttakarunum. Teir vóru Tórur Eið Eliasen, Rói Hjaltason og Høgni Heinason. Ári Fríðason Jensen og Heri Lava Láadal endaðu miðskeiðis í feltinum.

 

Á kvinnusíðuni var ein føroysk kvinna í dysti í dag. Tað var Anja Wongwai. Hon spældi seg ikki víðari úr bólkaspælinum, men vann tveir av sínum fýra plaseringsdystum og endaði tískil upp ímóti miðjuni í kappingini. Hon fekk sjey góðar dystir í beinini.

 

Tað var ein sera drúgvur dagur í høllini í Riga í dag, og venjararnir og nakrir av leikarunum vóru har í heilar 12 tímar. Hetta eru tó treytirnar til stórar altjóða kappingar, men venjararnir fegnast um, at leikararnir dugdu væl at takkla uppgávuna og vóru raskir at hvíla, eta, hita upp og sum heild stuðla hvørjum øðrum í einum umhvørvi, sum stundum var sera hektiskt við nógvum fólkum.

 

Í morgin skal elsti aldursbólkurin, junior, kappast. Her verða allir føroyingarnir við – eisini sjeyndi føroyski leikarin, Sólja Hilduberg Djurhuus, sum enn ikki hevur verið í dysti, men hevur vant fyrstu tveir dagarnar og eisini hevur víst seg sum ein skilagóður hjálparvenjari. Kappingin í morgin byrjar kl.10.00 lokala tíð, sum er kl.08.00 føroyska tíð.