Skærmbillede 2019-04-25 kl. 03.53.41.png
GG: Stóra yvirlitið sæst í fíluni niðast á síðuni.

Stórt yvirlit yvir føroyameistarar

Hvør gjørdist føroymeistari hjá piltum í 1982, og hvørjar gjørdust føroyameistarar í tvímansleiki hjá smágentum øll árini frá 1995 til 1997? Og hvør spældi borðtennis í Føroyum afturi í 1960'unum? Ja, alt hetta fæst svar upp á í einum risastórum yvirliti hjá Borðtennissambandi Føroya, sum nú er lagt út á heimasíðuna.

 

Yvirlitið umfatar føroyameistarar og Grand Prix-vinnarar hjá kvinnum og monnum í øllum aldursbólkum, bæði í ein- og tvímansleiki, í summum førum heilt aftur til 1959. Tað er hugaligt at líta í føroysku borðtennissøguna, og tað sæst, at tey ikki eru so fá her á landi, ið hava roynt seg við battinum.

 

Eisini er stuttligt at síggja ta rúgvuna av feløgum, sum hava verið við til at mynda borðtennis í Føroyum, men sum ikki eru til longur, og eru vorðin avloyst av øðrum feløgum. Nevnast kunnu feløg so sum VBF, NÍF, OYÍF, Streymur, Glæman, Purkan, HB, AB, GÍ, H71, B68, NÍF, EB, KÍ, Neistin, Kyndil, NFL og so framvegis.

 

Yvirlitið er viðheft niðanfyri, men finst annars til allar tíðir við at trýsta á 'Ymiskt' á breddanum omanfyri og síðani velja 'Føroyameistarar'.

 

SÍ STÓRA YVIRLITIÐ HER

GG: Í niðasta bredda á excel-arkinum ber til at skifta ímillum tær ymisku deildirnar.