FM-bordtennis-utsett.jpg
Heiðursmerkjahandan í borðtennis á Kontrast FM 2019.

Stóra FM-tiltakið er útsett

Stóra FM-finalutiltakið, sum borðtennis, badminton og judo árliga ganga saman um, verður ikki sum ætlað tann 18. apríl. Innleiðandi FM í borðtennis fyri vaksin, sum skuldi vera 17. apríl, verður heldur ikki spælt ásetta dagin.

 

Orsøkin er korona-smittan, sum í løtuni herjar heimin, og Borðtennissamband Føroya, Badmintonsamband Føroya og Judo Føroyar virða sjálvsagt tilmælini hjá landsins myndugleikum um at fyribils útseta alt virksemi.

 

- Sersambondini eru samd um, at hetta má útsetast – men tó er enn ongin dagur ásettur. Sersambondini tosa saman um hetta aftur eftir páskir, og so verður støða tikin, alt eftir hvør tilráðingin frá heilsumyndugleikunum er tá, siga tey trý sersambondini í skrivi í dag.

 

Nýggjur dagur fyri FM-tiltakið er sostatt ikki ásettur enn. Hetta er eisini galdandi fyri FM fyri ung og vaksin. Kunnað verður her á heimasíðuni so skjótt vit vita meira.