gib-stroyma.jpg (1)

Stroyma frá oyggjaleikunum

Føroyska landsliðið í borðtennis spælir sínar fyrstu dystir í liðkappingini á oyggjaleikum sunnudagin. Kl.13.30 verður spælt ímóti Alderney, og kl.17.00 verður spælt ímóti Grønlandi.

 

Vit í Borðtennissambandi Føroya fara at gera okkara besta fyri at dystirnir verða stroymdir beinleiðis heim til føroyskar hyggjarar.

 

Útgerð er fingin til vega at stroyma, og spælir alt av sum ætlað, so verða flest allir dystirnir stroymdir beinleiðiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya.

 

Facebook-síða okkara sæst HER. Eitt gott hugskot er at dáma síðuna, soleiðis at dystirnir koma fram á facebook-renslið hjá tykkum so hvørt teir verða spældir.