smapiltar-hanus-elias.jpg
Teir báðir fantastisku Elias og Hanus!

Smápiltarnir Hanus og Elias føroyameistarar í smádreingjadeildini

Hanus Sørensen og Elias Ellefsen á Skipagøtu úr Tór eru føroyameistarar í tvímansleiki í smádreingjadeildini.

Hetta er eitt satt bragd, tí somu leikarar hava eisini vunnið tvímansleikin í smápilta- og piltadeildini hetta vikuskiftið.

Í finaluni vunnu teir 3-1 ímóti Sveini Nolsøe Mortensen og Knúti Jóannesarson, eisini úr Tór.