FM-2018-frodi.jpg
Verandi føroyameistari, Fróði F. Jensen.

Skráin fyri FM

Fríggjadagin og leygardagin 26. og 27. apríl verður FM í borðtennis spælt. Byrjað verður fríggjadagin við innleiðandi kappingini, og leygardagin eru finalur á skránni. Spælt verður báðar dagarnar í høllini á Hálsi í Havn. Skráin fyri kappingina er nú løgd, og hon sæst niðanfyri.

 

Innleiðandi - fríggjadagin 26. apríl

Kl.17.30: Tvímansleikur mansunglingar

Kl.18.45: Einmansleikur menn, einmansleikur kvinnur og miðaldeild

Kl.21:15: Tvímansleikur menn og tvímansleikur kvinnur

Kl.22.00: Blandaður tvímansleikur vaksin

- Fyrivarni verður tikið fyri møguligum smáum seinkingum

 

Finalur - leygardagin 27. apríl

Kl.10.00: Tvímansleikur kvinnur

Kl.10.30: Blandaður tvímansleikur í unglingadeildini (í kjallaranum)

Kl.10.40: Tvímansleikur menn

Kl.11.20: Blandaður tvímansleikur

Kl.13.15: Einmansleikur kvinnur

Kl.14.55: Einmansleikur menn