frodi-fm-19.jpg

Skráin fyri FM vaksin

Innleiðandi FM-kappingin hjá kvinnum og monnum verður í ár spæld fríggjadagin 9. apríl í høllini á Hálsi í Havn, og í ár verður kappingin spæld í ovaru høllini - og ikki í niðaru høllini sum aðrar kappingar.

 

Í niðaru høllini verður miðaldeildin spæld. Hon hevur seinnu árini verið spæld við rímiligari undirtøku, og vit vóna at síggja enn fleiri royna seg í hesum opna bólkinum, har øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

 

Dagin eftir, leygardagin 10. apríl, verða finalurnar í mans- og kvinnudeildini spældar á felags Kontrast FM saman við badminton og judo. Talan er um finalurnar í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki

 

Skráin fyri innleiðandi FM 9. apríl

 

Kl.16.00: Einmansleikur, menn

Kl.16.00: Einmansleikur, kvinnur

Kl.18.00: Tvímansleikur, menn

Kl.18.00: Tvímansleikur, kvinnur

Kl.19.00: Miðaldeild, opin bólkur

Kl.19.00: Blandaður tvímansleikur

- Tíðirnar eru vegleiðandi, og smærri broytingar kunnu koma fyri