2350_r_705_0.jpg
Føroysku silvurvinnararnir, Anna Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen.

Silvur og bronsa í tvímanleiki

Í kvøld hevur tvímansleikur, bæði hjá kvinnum og monnum, verið á skránni í Nuuk, har Grønland hetta vikuskiftið er vertur fyri Arctic Open. Av tí at tað er ólíkatal av føroyskum leikarum – tríggir menn og tríggjar kvinnur – so fingu Kai Roest og Sólja H. Djurhuus hvønn sín grønlendska liðfelaga. Kai spældi saman við Julius Anike, og Sólja spældi saman við Bodil-Monu Frederiksen.

 

Sólja og Bodil-Mona vunnu ein av bólkadystunum, men tað var tó ikki nóg mikið til at spæla seg víðari. Kai og Julius komu heldur ikki víðari. Betur gekst hjá heilføroysku pørunum, har Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson spældu saman hjá monnum, meðan Henrietta Nielsen og Anna Mikkjalsdóttir myndaðu kvinnuparið.

 

Henrietta og Anna spældu seg í finaluna, har tær spældu ein sera tættan og spennandi dyst ímóti grønlendsku Melissu Larsen og Avi B. Rødgaard. Heimaparið var á odda 2-0 í settum, men tær føroysku reistu seg væl og javnaðu til 2-2 í settum. Her gjørdist tað til sannan gysara í avgerandi setti, har tær fylgdust heilt upp á 8-8, tá tær grønlendsku tó drógu frá og umvegis 11-9 tryggjaðu sær gullið. Enn eitt føroyskt silvur – heldur ikki so galið hóast alt!

 

Fróði og Hallur komu í hálvfinaluna, har teir vóru óhepnir at renna seg inn í helst sterkasta parið í kappingini, nevniliga Nielsen-brøðurnar, Ivik og Aqqalu. Hóast spælið hjá føroyingunum var gott í løtum, so rakk tað ikki. Grønlendararnir komu á odda 1-0; føroyingarnir høvdu stóra leiðslu í øðrum setti og kundu javnað til 1-1, men teir mistu tað á gólvið í avgerandi løtuni, og hetta sá út til at taka luftina úr teimum báðum føroysku Amager-búgvunum, sum at enda máttu lúta 3-0 fyri teimum ótrúliga væl samanspældu Ivik og Aqqalu. Tapandi hálvfinalistarnir býta bronsuna ímillum sín, so úrtøkan hjá Halli og Fróða bleiv hóast alt bronsa.

 

Nú verður rundað av í Grønlandi fyri í dag. Í morgin, sunnudagin, er seinasti kappingardagurin á hesum sinni. Tá skulu allir føroyingarnir royna seg á egnum veingjum, tí tá er nevniliga einmansleikur á skránni.