sannforandi-sigur.jpg

Sannførandi sigur tryggjaði 5. plássið

Føroyar leiktu í morgun dyst um 5. plássið í liðkappingini á oyggjaleikunum. Eftir at hava verið ógvuliga tætt við eitt hálvfinalupláss, sum glapp júst á stokkinum, var setningurin púra greiður hjá øllum í føroyska hópinum. Vit skuldu vinna dystin um 5. plássið, sum hóast alt er eitt plástur á sárið og í tí falli hevði givið okkum somu plasering sum við seinastu oyggjaleikir.

 

Mótstøðuliðið í dystinum um 5. plássið var Isle of Wight, sum í gjár vann 4-3 á Álandi í dystinum um at sleppa at leika okkum. Samsvarandi dystin vunnu vit sum kunnugt 4-2 á Isle of Man. Dysturin gjørdist í grundini ongantíð spennandi, og tað var ongantíð nakað ivamál, hvør skuldi fáa 5. plássið. Tað skuldi Føroyar, sum vann ein sannførandi 4-0-sigur. Ragnar Egilsson var fyrsti maður okkara í hesum dystinum og legði út við at vinna 3-1 á Scott Lawson. Næst í eldin var Henrietta Nielsen, sum vann trygt 3-0 á Jill Fothergill áðrenn Hallur við eitt sindur av stríði vann 3-2 á Andrew Ely og harvið gjørdi tað til 3-0 til Føroyar. Seinasta seymin í kistuna smíðaðu kvinnuligi tvímansleikur okkara, Rakul Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen, sum helst spældu sín besta tvímansleik í kappingini og vunnu sannførandi 3-0. Til stuttleikar kann nevnast, at tær í fyrsta setti góvu aldrandi kvinnunum av Isle of Wight eitt egg (11-0) - kanska eitt sindur sigandi um, hvussu sannførandi vit vóru í hesum liðdystinum.

 

5. plássið í liðkappingini er í hús, og serliga er hetta at fegnast um av teirri orsøk, at hetta tryggjar okkum eina góða styrkismeting til komandi oyggjaleikir. Hetta er vert at hugsa um og taka við sær, nú eitt størri vónbrot rakti hópin dagin frammanundan, tá ið vit vóru so tætt við eitt hálvfinalupláss, sum vit kunnu koma.

 

Seinnaparturin í dag fór við at taka saman um liðkappingina, somuleiðis sum hvíld og fyrireikingar til einmansleikskappingina, sum byrjar í morgin (mikudagin) vórðu raðfestar. Vit frætta um hvussu tað gekk í morgin.