smadreingir-single.jpg
F.v.: Høgni Heinason, Rói Hjaltason, Tórur Eið Eliasen.

Rói og Tórur hvør sítt FM-gull í einmansleiki

Í FM fyri ung, sum verður spælt í høllini í Trongisvági í dag, eru smádreingja- og dreingjadeildirnar nú spældar. Hjá smádreingjunum vann Rói Hjaltason úr Tór føroyameistaraheitið við at vinna á Høgna Heinasyni, sum í hálvfinaluni sló Tórur Eið Eliasen út. Tórur vann tó bronsuna.

 

Tvímansleikin hjá smádreingjum vunnu Rói Hjaltason og Høgni Heinason. Í finaluni vunnu teir 3-0 á Tóri Eið Eliasen og Pæturi Frederiksen. Gunnar Vang Niclasen og Elias Petersen, sum eins og hinir fýra eru úr Tór í Havn, vunnu bronsu.

 

Eftir smádreingjadeildina varð farið í holt við dreingjadeildina. Har var sera hørð kapping bæði í bólkaspælinum, hálvfinalunum og finaluni, og fleiri av teimum somu frá smádreingjadeildini, ið vórðu ein aldursbólk upp, gjørdu um seg enn einaferð.

 

Í einari væl spældari finalu hjá dreingjum vann Tórur Eið Eliasen 3-2 á Høgna Heinasyni, sum harvið aftur mátti taka til takkar við silvur. Hann kann tó fegnast um, at spælið var gott. Bronsuna vann Rói Hjaltason við 3-0-sigri á Ára F. Jensen.

 

Í tvímansleikinum í dreingjadeildini gjørdu Rói Hjaltason og Høgni Heinason aftur bart og vunnu FM-gull – hesaferð ímóti Ára F. Jensen og Hera Lava Láadal. Bronsuna vunnu Tórur Eið Eliasen og Pætur Frederiksen.

 

Unglingadeildin verður avgreitt næsta vikuskifti í sambandi við venjingarlegu hjá ungdómslandsliðnum í Havn.

 

Smádreingir – einmansleikur

1. Rói Hjaltason (Tór)

2. Høgni Heinason (Tór)

3. Tórur Eið Eliasen (Tór)

 

Smádreingir – tvímansleikur

1. Rói Hjaltason/Høgni Heinason (Tór/Tór)

2. Tórur Eið Eliasen/Pætur Frederiksen (Tór/Tór)

3. Gunnar Vang Niclasen/Elias Petersen (Tór/Tór)

 

Dreingir – einmansleikur

1. Tórur Eið Eliasen (Tór)

2. Høgni Heinason (Tór)

3. Rói Hjaltason (Tór)

 

Dreingir – tvímansleikur

1. Rói Hjaltason/Høgni Heinason (Tór/Tór)

2. Ári F. Jensen/Heri Lava Láadal (Tór/Tór)

3. Tórur Eið Eliasen/Pætur Frederiksen (Tór/Tór)