Skærmbillede 2019-02-01 kl. 18.22.55.png
Jógvan Skorheim (t.v.), borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hendaði Peteri blómutyssi og heiðursbræv á 10.000 krónur. (Mynd: portal.fo)

Peter fekk heiðursbræv frá ÍSF

Peter Hentze Niclasen, nevndarlimur í Borðtennissambandi Føroya og mest vinnandi spælarin í føroyskari borðtennissøgu, fekk í dag handað heiðursskjal Poul E. Petersens frá ÍSF á samkomu í Smæruni, har ítróttasambandið á sínum árliga tiltaki heiðraði Ársins Ítróttanavn, Ársins Ítróttaátak og so einari eldsál við heiðursskjali Poul E. Petersens.

 

Heiðursskjal Poul E. Petersens verður latið einarferð um árið til ein persón, ið yvir eitt longri tíðarskeið hevur gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt, og í ár varð heiðursskjalið latið til okkara Peter Hentze Niclasen. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga , at Peter væl og virðiliga lýkur hesi krøv, og at vit meta hann so ruddiliga hava heiðurin uppibornan.

 

Dómsnevndin, ið hevur útrópt Peter til heiðursskjal Poul E. Petersens, grundgav við tí ótroyttiliga arbeiði, sum Peter í mong ár hevur gjørt føroyskum borðtennis at frama, og Peter, sum vant heldur lítillátin, fekk síðani orðið, og ynskti øðrum vinnarum til lukku, takkaði ÍSF fyri heiðurin og heiðraði samstundis øllum ítróttinum í Føroyum.

 

- Nógv nøvn kundu verið í uppskoti. Mær rennur til hugs fyrstu 20, 30, 40 nøvnini, sum hava uppiborið hendan heiður, men tað er væl eisini ein staðfesting í sær sjálvum av tí stóra arbeiði, ið verður gjørt runt um í landinum ítróttinum at frama, segði Peter eitt nú í takkartaluni, har hann eisini vísti á, at ítrótturin hevur eina stóra savnandi megi, og eigur at vera høgt raðfestur av myndugleikunum.

 

Í Borðtennissambandi Føroya eru vit takksom fyri stóra leiklutin hjá Peteri Hentze Niclasen, har hann hevur nógvar hattar á høvdinum, men ber teir allar so sera væl. Umframt at framvegis vera dugnaligur spælari, so er Peter formaður í kappingarnevndini og lyftir eina stóra uppgávu við at fyriskipa tær mongu árligu kappingarnar her heima. Hann er gjarna fyrstur í høllini og síðstur úr henni aftur, og soleiðis hevur tað verið í nógv, nógv ár.

 

Í felagshøpi er Peter heimahoyrandi í borðtennisfelagnum Tór í Havn, sum hann sjálvur var við til at seta á stovn í 1994. Nú – 25 ár seinni – er hann framvegis formaður í felagnum, har hann sum ein virðismettur høvuðsvenjari við hollari vitan og róligum lyndi hevur verið við til at uppalt mangan kringan borðtennisspælara.

 

Vit í Borðtennissambandi Føroya eru errin av, at Peter Hentze Niclasen hevur fingið handað heiðursskjal Poul E. Petersens, og vit fegnast við honum um hetta dygga herðaklappið, ið hann fekk frá ÍSF frammanfyri øllum ítróttaføroyum og harvið enn einaferð lýsti eitt ljós á okkara lutfalsligu lítlu ítróttargrein, borðtennis.

 

Hjartaliga tillukku!