oyl-a-gattini.jpg

Oyggjaleikirnir á gáttini

Sum kunnugt eru Oyggjaleikirnir 2011 á Isle of Wight á gáttini.

Leikirnir verða settir í Ryde í morgin. Tað er eisini í Ryde, at borðtenniskappingarnar verða avgreiddar.

Borðtennislandsliðið, við fylgi, kemur at búleikast í Ryde og fara vit, eftir førimuni, at varpa nýggjastu tíðindini út á btsf.fo, so hvørt okkurt forvitnisligt vísur seg.

Borðtenniskappingin byrjar sunnudagin og borðtennis er á skránni hvønn dag.