gibraltar-19.jpg
Gibraltar.

Oyggjaleikir: Nýtt lutakast

Síðst í februar var lutakast um hvørji lond Føroyar skuldi hitta í liðkappingini á oyggjaleikunum. Lutakastið sendi Føroyar í bólk við Guernsey, Hetlandi og Alderney, men nú er greitt, at soleiðis verður ikki kortini.

 

Fyriskipararnir komu herfyri eftir, at lutakastið av misgávum ikki var farið fram eftir forskriftunum í kappingarlógini, og at tað tískil var neyðugt við einum nýggjum lutakasti.

 

Hetta lutakastið er nú avgreitt, og Føroyar eru komnar í bólk saman við Grønlandi og Alderney.

 

Føroyar vunnu 7-0 á Alderney á seinastu oyggjaleikum í Gotlandi og mugu átaka sær leiklutin sum favorittar, men ímóti Grønland, sum vit kenna væl frá eitt nú árligu Arctic Open, verður truplari. Grønland vann silvur seinast.

 

Enda Føroyar ímillum tvey tey fremstu í bólkinum, so skulu Føroyar í einari møguligari fjórðingsfinalu hitta nummar eitt ella tvey í bólki C, har Gotland, Hetland, Cayman Islands og Gibraltar eru.

 

Føroyar spæla bólkaspælið í liðkappingini sunnudagin - kl.13.30 ímóti Alderney og kl.17.00 ímóti Grønlandi. Fjórðingsfinalur og plaseringsdystur verða spældar mánamorgunin kl.10.00.

Oyggjaleikir - liðkapping

 

Bólkur A

Guernsey

Isle of Man

Menorka

 

Bólkur B

Grønland

Føroyar

Alderney

 

Bólkur C

Gotland

Hetland

Cayman Islands

Gibraltar

 

Bólkur D

Áland

Jersey

Isle of Wight

 

Fjórðingsfinalur

A1 - D2

B2 - C1

D1 - A2

C2 - B1