GIB-LUT.jpg

Oyggjaleikir: Lutakast verður týsdagin

Oyggjaleikirnir á Gibraltar nærkast í hvørjum, og í vikuni verður lutakast um hvørjum Føroyar koma at hitta í liðkappingini. Talan er vanliga um tveir bólkar, har tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari til hálvfinalurnar.

 

Lutakastið um hvørji lond hittast í liðkappingini á oyggjaleikunum á Gibraltar 2019 verður týsdagin kl.17.00 føroyska tíð. Sent verður beinleiðis á facebook-síðuni hjá borðtennissambandinum á Gibraltar. Síðan eitur Gibraltar Table Tennis Association.

 

Seinastu ferðirnar eru Føroyar blivnar nummar trý í bólkaspælinum og harvið júst ov stuttar til at spæla við um heiðursmerkini. Seinasta føroyska heiðursmerki í liðkappingini var í Hetlandi í 2005, har Føroyar vunnu bronsu.

 

Besta føroyska úrslitið í liðkappingini var í Álandi í 1991. Har vunnu Føroyar silvur. Á føroyska liðnum tá vóru Anna Petersen, Rannvá Magnussen, Dagbjartur Hammer, Birgir Carlsson og Peter Niclasen. Venjari var Morten Kranker.