tidindaskriv-mynd.png
Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen, her avmyndaðir í EM í Spania í summar, eru úttiknir til oyggjaleikir á Gibraltar.

Oyggjaleikir: Landsliðið er úttikið

Borðtennislandsliðið, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Gibraltar í summar, er nú endaliga úttikið. Talan er um fýra mans og fýra kvinnur.

 

Henrietta Nielsen og Durita Fríðadóttir Jensen, sum vunnu søguligt gull í tvímansleiki í Gotlandi fyri tveimum árum síðani, eru ikki við hesaferð ávikavist vegna skaða og próvtøku. Í teirra stað eru komnar Rakul Mikkjalsdóttir og Elinborg C. Mortensen úr TBF, sum báðar hava royndir á oyggjaleikunum. Tær báðar skulu manna kvinnuliðið saman við Onnu Mikkjalsdóttir, sum spælir við Sisu/MBK í Århus, og 15 ára gomlu Sólju Hilduberg Djurhuus úr Tór í Havn, sum sleppur at royna seg á oyggjaleikum á fyrsta sinni.

 

Manslandsliðið er fullmannað. Føroyameistararnir seinastu trý árini, Fróði Fríðason Jensen, Pætur Albinus og Hallur Thorsteinsson, eru allir við, og tað er Eyðun F. Ellendersen, sum dagliga spælir við Sisu/MBK í Århus, eisini. Tað hevur verið hørð kapping um plássini hesaferð, men tá ið saman um kom fall valið hjá landsliðsvenjaranum, Simon Nykjær-Fisher, á hesar fýra.

 

Føroyska landsliðið hevur verið savnað á venjingarlegum tvær ferðir fyrr í ár, og fer at hava tríggjar venjingarlegur afturat fram ímóti oyggjaleikunum, umframt at luttikið verður í Arctic Open í Reykjavík í døgunum 17. til 19. mai. Oyggjaleikirnir á Gibraltar vera í døgunum 6. til 12. juli.

 

Landsliðið

 

Menn:

Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MBK)

Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK)

Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)

Pætur Albinus (Tór)

 

Kvinnur:

Anna Mikkjalsdóttir (Sisu/MBK)

Elinborg C. Mortensen (TBF)

Rakul Mikkjalsdóttir (TBF)

Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

 

Venjari:

Simon Nykjær-Fisher

 

Hjálparvenjari:

Peter Hentze Niclasen