domiiii.png

Nýtt búmerki og nýggj heimasíða

Eitt av innkomnu uppskotunum á seinasta aðalfundi hjá Borðtennissambandi Føroya var at styrkja og dagføra samleikan hjá borðtennis í Føroyum, eitt nú við at skifta búmerki og at fáa eina nýggja heimasíðu.

 

Skotið varð upp, at búmerkið skuldi vera meira tíðarhóskandi, og at tað í størri mun skuldi vera hugkveikt av litunum í Merkinum – at grái og grøni liturin í gamla búmerkinum skuldi býtast um við reytt, blátt og hvítt.

 

Eisini varð skotið upp, at heimasíðan skuldi fáa eina yvirháling. Sett varð fyri, at nýggja heimasíðan skuldi vera lagaligari at ferðast á og gerast smidligari til snildfonir og teldlar. Grafiski parturin á nýggju heimasíðuni skuldi somuleiðis fáa íblástur frá nýggja búmerkinum.

 

Á aðalfundinum í juni varð avrátt at arbeiða nærri við uppskotinum, og í heyst og í vetur var arbeiðið komið somikið væl áleiðis og nevndin vorðin somikið væl nøgd, at uppskotið um nýtt búmerki og nýggja heimasíðu varð samtykt á eykaaðalfundinum í desembur.

 

Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya góðtók nýggja búmerkið á fundi í gjár, og hóast búmerkið verður endaliga og formelt viðtikið á aðalfundi í apríl ella mai, so hava vit fingið loyvi at taka búmerkið í nýtslu longu nú, eitt nú so at vit fáa sjósett nýggju heimasíðuna og tikið nýggju landsliðsbúnarnar í nýtslu til uttanlandskappingar í februar.

 

Tað eru tveir av okkara egnu, Eyðun F. Ellendersen og Pætur Albinus, sum hava staðið fyri arbeiðinum at gera nýggja heimasíðu. Teir báðir hava tikið sær av ávikavist tí grafiska og tí innihaldsliga partinum. Búmerkið hevur grafikari gjørt í samstarvi við BTSF.

 

Í løtuni vísir btsf.fo til ein annan bústað, nevniliga eydunfe.dk, har heimasíðan upprunaliga varð løgd út og royndarkoyrd, men innan fáar dagar verður nýggja síðan í fullum líki flutt á vanliga heimasíðubústað okkara, btsf.fo.

 

Vit vóna, at tykkum dáma nýggja búmerkið og nýggju heimasíðuna. Møguligar rættingar og viðmerkingar eru vælkomnar.

 

Vit ynskja tykkum at vera hjartaliga vælkomin á nýggju heimasíðu okkara!