GP-19-upptakt.jpg

Nú byrja kappingarnar

Nú er stundin skjótt komin, sum nógvir føroyskir borðtennisspælarar í spenningi hava bíðað eftir - nevniliga at kappingarnar byrja aftur. Fyrsta kappingin í kappingarárinum 2019/2020 verður í Trongisvági nú sunnudagin 20. oktober.

 

Talan er um fyrsta Grand Prix-umfar út av seks, sum verða spæld frá nú av og fram til í februar næsta ár. Kappingarnar eru aðruhvørjaferð í Trongisvági og í Havn. Kappingaryvirlitið sæst í kalendaranum á breddanum omanfyri.

 

Grand Prix er skipað í bólkaspæl, har tveir teir fremstu leikararnir flyta upp og tveir teir aftastu flyta niður. Leikarar fáa stig alt eftir hvar teir enda í bólkinum. Tá ið øll seks umførini eru spæld verður eitt samlað úrslit uppgjørt, og trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerki. Vinningar eru eisini til allar bólkavinnararnar í hvørjum umfari.

 

Nýggir leikarar nýtast als ikki at halda seg aftur, tí hesir koma ongantíð at renna seg í ómøguliga mótstøðu. Kappingin er skipað soleiðis, at nýggir leikarar byrja í niðasta bólkinum og tískil koma at hitta leikarar á líknandi støði sum ein sjálv/ur.

 

Síðsta kappingarár var eitt vet meira av leikarum til kappingar enn árið fyri. Borðtennissamband Føroya vónar at hesin vøksturin í luttakaratali heldur fram, og at tað vera nógvir leikarar at síggja til kappingina leygardagin og ígjøgnum kappingarárið.

 

Kappingin í høllini í Trongisvági sunnudagin byrjar kl.13.30.