VL1.png

Myndir: Landsliðið venur í Havn

A-landsliðið í borðtennis er hettta vikuskiftið savnað á venjingarlegu í Tórshavn, har fimm venjingar eru á skránni frá fríggjadegi til sunnudag.

Átta leikarar eru við, og tað er Simon Nykjær-Fisher, landsliðsvenjari, sum stendur fyri venjingarleguni.

Tað eru komandi uppgávur, sum landsliðið fyrireikar seg til – í fyrstu atløgu til Føroyaleikirnar dagarnar 30. juni til 3. juli.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá venjingarleguni.