a15.jpeg

Myndasavn: A-landsliðið venur í Havn

Føroyska A-landsliðið í borðtennis er hetta vikuskiftið savnað á venjingarlegu í Tórshavn. Við eru 11 leikarar, harav seks teirra eru frá ungdómslandsliðnum. Einans tveir útisetar eru heima hesaferð, nevniliga Eyðun F. Ellendersen og Durita Fríðadóttir Jensen.

 

Á skránni eru tilsamans seks venjingar, tvær um dagin frá fríggjadegi til sunnudag. Simon Nykjær-Fisher, landsliðsvenjari, stendur fyri venjingunum. Í dag varð serliga arbeitt við trygdini í egnum sløgum og við aktivum returum.

 

Eisini sluppu leikararnir at royna nýggju venjingarhættirnar við lastikki um miðjuna, ið gevur vektmótstøðu í sjálvari skotløtuni og hjálpir leikarunum at styrkja eitt nú rotatión og vektflyting í kroppinum í sløgunum. Eftir venjingarnar í dag var eisini bip-test á skránni.

 

Í morgin, sunnudagin, verða síðstu tvær venjingarnar á hesari leguni. Í seinnu venjingini verður talan um innanhýsis kapping. Dystarvenjing og blandað mótstøða er nevniliga umráðandi - kanska serliga nú bæði ungdómsleikarar og útisetar eru við.

 

Ítróttasendingin 3-2 hjá Kringvarpi Føroya var á gátt í dag og tók upp til eitt innslag, sum kemur í sendingini mánakvøldið eftir Dag & Viku.

 

Venjingarlegan hevur annars sum heild hepnast væl, og leikarar fegnast um at verða savnaðir saman aftur eftir ein heldur longri corona-steðg. Miðað verður eftir at hava næstu venjingarleguna innan ov leingi - sjálvsagt einans tá ið ráðiligt er sambært korona-tilmælunum.