malta-dagur-3-1.jpg
Marin Elisabet Poulsen í dysti ímóti einari frá Malta.

Malta: Liðkappingin liðugt spæld

Triði kappingardagurin í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament hevur verið á skránni í dag, og teir átta føroyingarnir á ungdómslandsliðnum hava spælt eina rúgvu av dystum.

 

Seinastu bólkadystirnir í liðkappingini vórðu spældir í morgun, og hóast einki føroyskt lið vann sín samlaða liðdyst, so varð ein dystur vunnin, og sum heild fingu leikararnar nakrar dýrabarar royndir við sær frá hesum degnum.

 

Einasti leikarin, sum vann ein dyst í dag, var Tórur Eið Eliasen. Hann vann á norska Fredrik Bakkerud. Annars vórðu nógv føroysk sett vunnin, og havt í huga styrkina á mótstøðuleikarunum, so má hetta sigast at vera flott.

 

Føroyskt-norska kvinnuunglingaliðið við Britt Michelsen og Yoanu Wertebach vann á pappírinum sín liðdyst ímóti Malta og vann sær harvið næstaftasta plássið. Tær vunnu eftir at tann eina maltesiska kvinnan mátti taka seg úr kappingini vegna skaða.

 

Í morgin eru seinastu plaseringsdystirnir í kappingini í einmansleiki á skránni. Her spæla føroyingarnir um plássini 9-16, men mest týðandi av øllum, so fáa ungu føroysku leikararnir nakrar týðandi royndir við sær ímóti góðari mótstøðu.

 

Úrslit - dagur 3

 

Dreingir

Tórur Eið Eliasen - Adnan el Habash (Libanon) 1-3

Tórur Eið Eliasen - Fredrik Bakkelund (Noreg) 3-1

Tórur Eið Eliasen - Evan Williams (Wales) 0-3

Tórur Eið Eliasen - Luke Bonello (Malta) 2-3

Rói Hjaltason - Gellert Moravcsik (Írland) 0-3

Rói Hjaltason - Sylejman Qerkini (Kosovo) 0-3

Rói Hjaltason - Kyprianos Vasileiou (Kýpros) 0-3

Høgni Heinason - Vinh Diep (Noreg) 0-3

Høgni Heinason - Evan O’Connor (Wales) 1-3

Høgni Heinason - Max Skelton (Írland) 0-3

Høgni Heinason - Conrad Puli (Malta) 0-3

 

Gentur

Anja Wongwai - Peng Jingjing (Kýpros) 0-3

Anja Wongwai - Ruby Elliot (Wales) 2-3

Anja Wongwai - Anthea Cutajar (Malta) 0-3

Anja Wongwai - Rachel Taylor (Írland) 1-3

Marin Eliasabet Poulsen - Lucy McIvor (Írland) 0-3

Marin Eliasabet Poulsen - Vivian Huynh (Noreg) 0-3

Marin Eliasabet Poulsen - Rachel Mifsud (Malta) 0-3

Marin Eliasabet Poulsen - Miriam El Habach (Libanon) 0-3

 

Mansunglingar

Ári F. Jensen - Oyvind Christiansen (Noreg) 0-3

Ári F. Jensen - Hassan Chbib (Libanon) 0-3

Ári F. Jensen - Fatih Karabaxhaku (Kosovo) 0-3

Heri Lava Ládal - Martin Steen (Noreg) 0-3

Heri Lava Ládal - Tom Colvin (Írland) 0-3

Heri Lava Ládal - Kreshnik Mahmuti (Kosovo) 0-3

 

Kvinnuunglingar

Britt Michelsen - Katarina Wetzel (Noreg) 0-3

Britt Michelsen - Mia O’Rahily Egan (Írland) 0-3

Britt Michelsen - Christina Panayitou (Kýpros) 0-3

 

Tórur Eið Eliasen (t.h.) í práti við mótstøðuleikaran, Evan Williams frá Wales.