komin-a-plass.jpg

Komin á pláss á Isle of Wight

Seinnapartin komu vit loksins á pláss Appley-Manor Hotel í Ryde.

Ferðin úr Føroyum gjørdist heldur drúgv eftir at bussur úr Southampton út á Isle of Wight steðgaði upp á motorvegnum millum Southampton og Portsmouth. Umframt føroyskar borðtennisleikarar fevndi ferðalagið um fræls ítróttarfólk, fjølmiðlafólk úr KVF og Miðlahúsinum, men ikki minst um løgmann og mentamálaráðharran við familjum. Í ein góðan tíma sótu vit og bíðaðu í nógvu ferðsluni. Hetta hevði seinkingar við sær og gekk út yvir setanina og venjingina í dag.

Ragnar Egilsson, Henrietta Nielsen og landsliðsvenjarin Jan Berner møttu okkum her í Ryde

Men eftir hvíld, leikarafund og eina góða máltíð gjørdist lagið betur og ferðalagið er spent til liðkappingina ímorgin har vit møta Ålandi og Gotlandi. Fyrri dysturin verður kl. 1400 og tann seinni kl. 1700. Møguleikar eru ímóti Ålandi og um vit hava ein sera góðan dag, so er eisini ein møguleiki móti Gotlandi, sum vanliga klára seg væl á Oyggjaleikum.

Vit fara at greiða frá gongdini í, seinasta lagi, annaðkvøld.

Føroyska ferðalagið letur heilsa og vit hava tað gott her í Ryde.

Í ferðalagnum eru Ragnar Egilsson, Hallur Thorsteinsson, Fróði F. Jensen, Pætur Albinus, Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir, sum eru leikarar. Jan Berner er landsliðsvenjari, Peter Niclasen og Jóannes Guttesen eru leiðarar.