bt-kapping-20.jpg

Kappingarskráin 2020/2021

Skráin fyri kappingarárið 2020/2021 í føroyskum borðtennis er nú endaliga fastløgd. Talan er um árligu kappingarnar, sum Borðtennissamband Føroya skipar fyri - tað verið seg seks Grand Prix-kappingar, FM ung og FM vaksin.

 

Tað kann hugsast, at onkur kapping verður løgd afturat - eitt nú innanhýsis jólakappingarnar, ið feløgini sjálv skipa fyri. Nærri kunning um hetta fæst frá feløgunum tá ið tann tíðin nærkast.

 

Í sambandi við Grand Prix-kappingarnar skal upplýsast, at ein leikari skal hava verið við til í minsta lagi fimm av seks Grand Prix-kappingum fyri at hava rætt til heiðursmerki í samlaðu Grand Prix-kappingini. Annars verða vinningar latnir øllum bólkavinnarum í øllum kappingunum.

 

Kappingarskráin er eisini løgd í kalendaran til høgru á forsíðuni, og undir "Kalendari" í ovara bredda.

 

Kappingarskráin 2020/2021

 

Dato

Kapping

Staður

25.10.2020

Grand Prix 1

Trongisvágur

21.11.2020

Grand Prix 2

Tórshavn

29.11.2020

Grand Prix 3

Trongisvágur

16.01.2021

Grand Prix 4

Tórshavn

31.01.2021

Grand Prix 5

Trongisvágur

20.02.2021

Grand Prix 6

Tórshavn

19.-20.03.2021

FM ung

Trongisvágur

16.-17.04.2021

FM vaksin

Tórshavn