GP3-23.png

Kapping verður í Havn leygardagin

Nú leygardagin tann 14. januar verður fyrsta kappingin í hesum kalendaraárinum. Talan er um 3. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini á Hálsi í Havn.

Kappingin byrjar kl.12.00, og tilmeldingin til kappingina fer fram við dómaraborðið eina løtu áðrenn kappingin byrjar.

Vinningar eru til allar bólkavinnararnar.