Jóannes Guttesen nýggjur formaður í BTSF

Starvsnevndin í Borðtennissambandi Føroya hevur havt sín fyrsta fund eftir aðalfundin.

Fyrst á skránni var at skipa nevndina. Jóannes Guttesen er nýggjur formaður, eftir at Ivan Niclasen ikki tók við afturvali á aðalfundinum 3. juni.

Rógvi Thorsteinsson heldur fram sum kassameistari, og Jens Pauli Nolsøe heldur fram sum skrivari.