HM1.jpg

HM, 1. dagur: Ein sigur og eitt tap

Føroyska manslandsliðið hevur í dag spælt sín fyrsta dyst í HM-kappingini fyri lið í Dortmund, Týsklandi. Dysturin í morgun var ímóti Mongolia, sum liggur beint við Kina og sanniliga hava borðtenniskynstini har eftir og munnu metast sum eitt hitt sterkasta liðið í 5. deild. Liðdystin taptu føroysku leikararnir greitt 3-0. Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson taptu 0-3 ímóti ávikavist Lkhagvasuren Enkhbat og Altantulga Lkhagvadorj, meðan Pætur Albinus vann einasta føroyska settið á degnum og tapti 1-3 ímóti Baatarsuren Boldbaatar.

Í seinna dystinum skuldu Føroyar møta Liberia, men landslið teirra møtti ikki upp til dystin. Tað er javnan, at afrikonsk lið hava tilmeldað seg kappingina og síðani ikki møta. Hetta er harmiligt, men sigurin uttan dyst taka vit sanniliga við okkum og frøðast um tey fyrstu trý føroysku stigini við lið-HM.

Teir í landsliðshópinum, sum telur teir tríggjar leikararnar og landsliðsvenjaran, Jan Berner, vóru á einum máli um, at tað var best at møta Mongolia í allarfyrsta dystinum, soleiðis at ein hevði møguleikan at spæla seg upp til teir seinnu dystirnar, har møguleikin fyri einum sigri eru størri.

Á degnum hava føroysku leikararnir eisini gingið runt í risa stóru høllini og hugt at øðrum dystum. Umframt at hyggja at heimsstjørnum sum Timo Boll, hava teir stuðlað grannatjóðum okkara í dystum teirra.

Í morgin, týsdagin, spæla Føroyar kl.12 føroyska tíð ímóti Curacao, meðan teir kl.18 møta Trinidad og Tobago. Í fyrra dystinum er møguleikin fyri sigri til staðar, men ímóti Trinidad og Tobago verður truplari - teir vunnu nevniliga í dag 3-2 ímóti Mongolia.

Vit frætta nærri hvussu leikur fórst mikukvøldið.