DSC_5051.jpg
Mattias Kerá úr Tór vann E-bólkin sunnudagin.

Her sæst samlaða Grand Prix-støðan

Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini verður gjørd upp eftir hvørt Grand Prix-umfar, og hon er at síggja her á heimasíðuni dagin eftir at umfarið er spælt.

 

Legg til merkis, at tað spælda umfarið, har ein leikari hevur fingið fæst stig, verður drigið frá í samlaðu samanteljingini.

 

Samlaða støðan eftir 2. Grand Prix-umfar í Trongisvági um vikuskiftið er nú gjørd upp, og hon sæst HER og annars til eina og hvørja tíð undir "GP-støðan" í ovara bredda her á heimasíðuni.

 

Í excel-fíluni ber eisini til at síggja samlaðu støðurnar í hvørjum aldursbólki. Tilber at flyta ímillum aldursbólkarnar niðast í excel-fíluni.

 

Næsta Grand Prix-kapping verður longu nú leygardagin kl.12.00 í høllini á Hálsi í Havn.