Henrietta.jpg
Henrietta Nielsen.

Henrietta aftur á sigurskós

Ein av stinnastu kvinnuligu borðtennisspælarunum í føroysku søguni, Henrietta Nielsen, er við at koma seg eftir skaðasteðg og er farin í holt við eitt nýtt kappingarár í Danmark, har hon býr og spælir. Ferfaldi føroyameistarin og silvurvinnarin á seinastu oyggjaleikunum spælir við Viby BTK í Elitedivisonen, sum er besta deildin í Danmark.

 

Henrietta hevur drigist við trupulleikar í hælinum, men um vikuskiftið var skaðasteðgurin fyribils av, tá ið hon spældi við Viby BTK í dysti ímóti Hvidovre. Henrietta gjørdi reint borð og vann fyrst 3-2 á einum av bestu ungdómsspælarunum í Danmark, Jocefinu Haagensen, og síðani 3-0 á svensku Eszter Igaz. Viby BTK vann liðdystin 6-1.

 

Viby BTK spældi eisini ímóti Ballerup, men her varð Henrietta spard. Lið hennara vann tó dystin trygt 6-1. Í Elitedivisionen eru sokallaðar samlingar ymisk vikuskifti, har liðini savnast og kappast. Hetta var annað kappingarvikuskiftið. Tað fyrsta var í síðsta mánað, har Viby BTK tapti báðar sínar dystir. Næsta kappingarvikuskifti verður í novembur.

 

Henrietta Nielsen er 24 ára gomul. Hon hevur fingið sína borðtennisuppaling í Horsens, men hevur eisini spælt borðtennis í Týsklandi. Hon hevur vunnið FM fýra ferðir (2011, 2013, 2017 og 2018). Í fjør gjørdist hon fyrsta føroyska kvinnan, ið vann heiðursmerki í einmansleiki á oyggjaleikum (silvur). Hon vann eisini gull í tvímansleiki saman við Duritu Fríðadóttir Jensen.