GP3einmansleikur.jpg

GP3 í einmansleiki útsett

GP3 í einmansleiki, ið skuldi vera nú leygardagin 25. febr. - er útsett til leygardagin 3. mars vegna hølistrupulleikar. Tað vísti seg, at høllin, ið skuldi húsa borðtennis leygardagin 25. febr. var dupultbókað, og ikki fekst nøkur onnur høll við so stuttum skotbrái.

Sostatt vera GP3 og GP4 leygardagin 3. mars í høllini í Trongisvági.