451_r_705_0.jpg
Fróði F. Jensen vann fyrstu GP-kappingina í borðtennis í kappingarárinum 2012-13

Fróði gjørdi bart

Føroyameistarin Fróði F. Jensen gjørdi bart, og vann fyrstu GP-kappingina í ár. Hann vann allar sínar dystir. Tó gjørdist serliga dysturin móti Halli Thorsteinssyni sera spennandi, og endaði við teprum sigri til Fróða.

 

11-ára gamli Hanus Sørensen gjørdi eisin vart við seg. Í dystinum móti Peter Niclasen vann hann fyrsta sett - og var hetta samstundis fyrsta settið, hann hevur vunnið móti Peter. Peter vann tó 3-1. Og Peter spældi seg til eitt 2. pláss í kappingini, tá talt var saman.

 

Samanumtikið var TÓR vinnandi felagið í fyrstu GP-kappingini í ár.