2459_r_705_0.jpg

Føroyskur ungdómur til Riga

Í næstum fara føroyskir borðtennisungdómar aftur at pakka taskuna og seta kósina út í heim at kappast. Hesaferð gongur leiðin til høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga, har kappingin eitur Riga City Council's Youth Cup og verður spæld dagarnar 15. til 17. februar.

 

Talan er um eina stinna millumtjóða kapping, har trý av lettisku grannalondunum, Litava, Hvítarussland og Litava, eru fastir fúsir, og har aðrar tjóðir til tíðir verða bodnar við. Hesaferð eru Føroyar bodnar við, og Borðtennissamband Føroya hevur tikið av. Eisini Ísland verður við.

 

Ungdómslandsliðið hevur verið savnað fleiri ferðir ígjøgnum árið, og stór framstig hava verið at sæð. Í oktobur vóru úrslitini frálík í vinarkapping ímóti grannum okkara fyri vestan, Íslandi, har allur føroyski hópurin sum hann var luttók við sínum 12 spælarum.

 

Tó at endaliga talið á leikarum, ið sleppa við til Lettlands, framvegis ikki endaliga er ásett, so er greitt, at føroyski hópurin til Riga City Council's Youth Cup verður minni enn tann, sum var í Íslandi í oktober. Talan er hesaferð talan um greitt stinnari mótstøðu.

 

Umframt at úttikið verður eftir úrslitum í kappingum í heyst og í vetur, verður eisini í stóran mun vigað hvussu ídni og harnæst framgongd hava víst seg at verið til venjingar seinastu mánaðirnar. Hópurin, ið sleppur við til Lettlands, verður kunngjørdur sunnudagin 13. januar.

 

Føroysku borðtennisungdómarnir spíla seg út eisini um jóltíðir. Umframt venjingarnar úti í feløgunum, so verður ungdómslandsliðið savnað til venjingarlegu í Havn vikuskiftið 14.-16. desembur, og stutt eftir nýggjár, leygardagin 12. januar, verður 4. GP-umfar í Havn.