fo-bt-hm.jpg

Føroyskir borðtennisleikarar til HM

Í hesum døgum luttekur føroyska borðtennislandsliðið í HM í Rotterdam, Hollandi. Tey, ið umboða Føroyar, eru Pætur Albinus (Tór), Fróði F. Jensen (Tór), Hallur Thorsteinsson (Tór), Henrietta Nielsen (Virum-Sorgenfri) og Rakul Mikkjalsdóttir (TBF). Við í ferðalagnum er eisini Jan Berner, landsliðsvenjari.

Ferðalagið legði leiðina avstað til Keypmannahavn og Amsterdam leygarmorgunin, og var frammi í øllum góðum í Rotterdam seint seinnapartin sama dag. Fyrsta kvøldið fór við at avgreiða øll tey praktisku viðurskiftini, umframt at leikararnir náddu eina lítla venjing fyri at venja seg við umstøðurnar, sum skuldu takast í brúk longu dagin eftir. Tá byrjaði HM nevniliga og leikararnir skuldu standa sína fyrstu, veruligu roynd.

 

Einki er at taka seg aftur í, at mótstøðan í HM – sjálvandi – er sera stinn. Leikarar okkara luttóku í innleiðandi umførunum, har teir vórðu bólkaðir í bólkar við trimm leikarum. Okkara vóru styrkismettir aftastir í bólkinum, meðan 1.- og 2. styrkismettu vóru leikarar millum ávikavist 200-300 og 700-800 á heimsstyrkislistanum. Hesum listanum vóru føroysku leikararnir ikki so frægt sum á, men fáa teir nú eftir HM eitt styrkistal og harvið innskrivaðir á heimsstyrkislistan.

Vegna stinnu mótstøðuna hevði eingin leikari nakran møguleika í einmansleiki. Fróði, Henrietta og Rakul vunnu hvørt sítt sett tó, og má tað bara sigast at vera fyrsta stigið á annars longu leiðini, um ein skal gera seg galdandi við HM. Einasti leikarin, ið vann ein dyst í einmansleiki, var Pætur. Hetta var tó tí at mótstøðumaðurin, sum annars var ein sera sterkur leikari úr Vietnam, ikki møtti upp og harvið dømdur sum tapari av dystinum.

Einasti dysturin, ið føroyingar henda fyrsta dagin bæði spældu og vunnu, var ein blandaður tvímansleikur hjá Halli og Henriettu. Tey møttu einum pari úr Sudan, sum ikki veitti serliga mótstøðu og varð feigað av borðinum eftir ein tryggan 3-0-sigur til føroyska parið. Í næsta umfarinum møttu tey einum væl sterkari pari úr Avstralia, sum sendi føroyska parið úr kappingini við einum 3-1-sigri. Hyggja vit at úrslitum henda fyrsta dagin, er vert at nevna, at allir leikarar hava vunnið eitthvørt – tað verið seg dystir og sett. Frálíkt av hesum ungu føroysku leikarunum, sum á fyrsta sinni luttaka í einari so stórari kapping.

Fyrstu dagarnar hava føroyingarnir verið heldur ovfarnir av teimum einastandi hentleikunum á risa stóra Ahoy-ítróttaranlegginum miðskeiðis í Rotterdam. Her eru allir av heimsins stinnastu leikarum. Eitt nú hava føroyingarnir fylgt týska landsliðnum, har sjálvandi Timo Boll var tann, ið fekk flest eygu. Eitt sindur stuttligt var tað, at fýra av føroysku leikarunum hitaðu upp á borði við síðuna av fronsku stjørnuni, Adrien Mattenet. Hann mátti í fleiri umførum heinta og geva bóltar til føroysku leikararnar.

Til ber annars at fylgja leikarunum í Rotterdam á: www.ittf.com