fm-yngru-heldurfram.jpg
Upphitingin er í gongd.

FM í yngru deildunum heldur fram

FM-kappingin í yngru deildunum heldur fram við fullari ferð í høllini í Trongisvági.

Kl 9.00 byrjaðu smágentur og smádreingir í einmansleiki og eftir tað er tvímansleikur á skránni. Á middegi byrja gentur og dreingir í ein- og tvímansleiki og FM fyri ung endar við blandaðum tvímansleiki seinnapartin.