fm-menn-mansu.jpg
Ragnar og ein dómari.

FM menn og mansunglingar innleiðandi 2. páskadag

Innleiðandi umførini til stóra finaludagin 14. apríl verða í skúlanum við Løgmannabreyt 2. páskadag kl. 13.15.

Páskadag verður dómaraskeið við dananum Preben Søndergaard. Kappingin 2. páskadag verður somuleiðis ein roynd hjá luttakarunum á dómaraskeiðnum, at sleppa at royna seg í praksis.

Um onkur hevur áhugað í, at sleppa við á skeiðið, so eru tit vælkomin at ringja til Jóannes, tlf. 214134.