fm-ung-mynd.jpg

FM fyri ung verður leygardagin

Leygardagin 16. mars verður FM fyri ung í høllini í Trongisvági. Kappast verður í einmansleiki og í tvímansleiki. Fýra tey fremstu í hvørjum aldursbólki flyta upp í næsta aldursbólk.

 

Tíðarætlan:

Kl. 09.30: Smápiltar (føddir 2009 og seinni) og piltar (føddir 2007 og 2008)

Kl. 11.00: Smádreingir og smágentur (fødd 2005 og 2006)

Kl. 13.00: Dreingir og gentur (fødd 2003 og 2004)

Kl. 15.00: Mans- og kvinnuunglingar (fødd 2001 og 2002)

 

Tíðirnar eru vegleiðandi - fyrivarni verður tikið fyri møguligum smáum seinkingum.