oyl-3.jpg
Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson.

Flestu føroyingarnir hava spælt seg víðari

Enn ein drúgvur borðtennisdagur í heitu skúlahøllini í St. Joseph's Middle School í Gibraltar er av. Í dag hava bólkaspøl í øllum deildum - t.e. einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki - verið á skránni. Føroyar fingu minst tríggjar fjórðingar av spælarunum og pørunum víðari í øllum deildunum.

 

Lagt varð fyri við einmansleiki. Hjá monnum spældu Fróði F. Jensen, Hallur Thorsteinsson og Eyðun F. Ellendersen seg víðari. Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson komu víðari sum tvey-arar í bólkinum, og av tí at Eyðun F. Ellendersen spældi seg víðari sum bólkavinnari, fær hann yvirkomiligari mótstøðu í 1/16-finaluni. Har fer hann at hitta ein av Falklandsoyggjunum. Fróði F. Jensen er óheppin og rennur seg inn í hægst styrkismetta Jordan Wykes av Jersey, meðan Hallur Thorsteinsson hittir meistaran frá leikunum í 2009, Johan Pettersson úr Álandi.

 

Í einmansleiki hjá kvinnum eru eisini tríggir føroyingar víðari, nevniliga Rakul Mikkjalsdóttir, Anna Mikkjalsdóttir og Sólja Hilduberg Djurhuus. Tær blivu allar nummar tvey í bólkinum og hitta tískil bólkavinnarum í sínum víðari spæli. Sólja Hilduberg Djurhuus er tó sloppin beinleiðis víðari til 1/8-finaluna, har hon hittir grønlendsku Pipaluk Serubabulsen. Mikkjalsdóttir-systrarnar skulu fyrst spæla har 1/16-finalu, har Anna hittir Meenal Viz úr vertsjóðini Gibraltar og Rakul hittir Paulu Le Ber av Guernsey.

 

Bæði manspørini í tvímansleiki hava spælt seg víðari. Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson vunnu sín bólk og møta einum pari av Cayman Islands, meðan Pætur Albinus og Eyðun F. Ellendersen møta tveimum monnum av Isle of Wight.

 

Anna og Rakul Mikkjalsdóttir vunnu sín bólk í tvímansleiki og skulu spæla ímóti Marinu Donner og Chris Karlsson úr Álandi.

 

Í blandaðum tvímansleiki eru trý av fýra pørum víðari. Fróði F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir vunnu sín bólk, meðan Hallur Thorsteinsson / Rakul Mikkjalsdóttir og Pætur Albinus / Sólja Hilduberg Djurhuus eru víðari sum tvey-arar. Fróði og Anna eru beinleiðis víðari til 1/8-finaluna, har tey hitta Joshua Stacey og Samantha Kershaw av Guernsey. Óheppið fyri Føroyar, so renna føroysku pørini, Hallur Thorsteinsson / Rakul Mikkjalsdóttir og Pætur Albinus / Sólja Hilduberg Djurhuus, seg inn í hvønn annan í 1/16-finaluni. Eisini er møguleiki fyri føroyskari fjórðingsfinalu ímillum Fróða / Onnu og eitt av hinum føroysku pørunum.

 

1/16-finalurnar byrja í morgin kl.09.00 føroyska tíð, og spælt verður síðani so líðandi í teimum ymisku deildunum út á dagin. Borðtennissamband Føroya leggur seg eftir at stroyma frá so nógvum dystum sum tilber á facebook-síðuni.