vila-real.jpg
EM verður her í Pavilhao dos Desportos í Vila Real, Portugal.

Fara til EM í Portugal

EM-undankappingin, sum skuldi verið avgreidd fyrr í ár, verður sambært nýggjastu kappingarskránni hjá evropeisku borðtennissamgonguni, ETTU, spæld fyrst í komandi ári. Her skulu bæði mans- og kvinnulandsliðið hjá Føroyum luttaka.

 

Ætlanin var í fyrsta umfari, at menninir skuldu spæla í Wales og kvinnurnar í Kosovo, men hesar kappingar vórðu vegna korona-smittuna útsettar fyrst frá apríl til september, og síðani - júst nú - frá september til januar næsta ár.

 

Kappingarnar verða tó ikki spældar í Wales og í Kosovo. ETTU hevur valt at savna alt á einum stað, og tað verður í Vila Real í Portugal vikuskiftið 9. og 10. januar 2021. Borðtennissamband Føroya hevur boðað frá luttøku.

 

Tíðirnar hava verið ógreiðar og avbjóðandi, men tað er at fegnast um, at landsliðið hevur megnað at havt tvær venjingarlegur í heyst og í vetur og er til reiðar til komandi avbjóðingar. Onkur avboð væntast, men landsliðið hevur breiðan hóp, og yngri leikarar banka sanniliga eisini á dyrnar.

 

Manslandsliðið skal spæla ímóti Wales, Íslandi og Malta, meðan kvinnuliðið skal spæla ímóti Kosovo, Wales, Íslandi, Malta og Írlandi. Vit frætta, at Ísland hevur givið avboð. Tíðirnar eru ógreiðar, men nógv er gjørt fyri at EM-undankappingin í Portugal kann verða spæld sum ætlað.

 

Føroysku hóparnir verða úttiknir og kunngjørdir í næsta mánað.