estland-d-2-3.jpg

Estland, dagur 2 og 3: Gekk sum væntað

Týs- og mikudagin var farið undir kappingina í einmansleiki, har føroysku leikararnir nú skuldu royna seg sum einstaklingar. Tað var lítið at taka seg aftur í, at kappingin fór at gerast sera hørð, og tað fór at vera ein dystur um at spæla seg víðari úr fyrsta umfari.

Summi vóru heppin í lutakastinum, og summi vóru minni heppin. Sveinur M. Nolsøe, sum annars spældi sera væl í liðkappingini mándagin, møtti einum finalu-styrkismettum leikara úr Litava. Har var lítið at gera og hoyvíkingur okkara tapti greitt 0-3. Tað sama gjørdu øll hini, við undantaki av 11 ára gamla Hanusi Sørensen, sum gjørdi einki mætari enn at spæla seg víðari í 2. umfar. Hetta gjørdi hann eftir at hava knógvað einum 14 ára gomlum íslendingi 3-0. Hann var aftanfyri við fleiri stigum í bæði øðrum og triðja setti, men hann kom frálíka væl aftur og var tað eisini nakað, sum íslendski venjarin beit merki við eftir dystin - tað, at hann var sálarliga væl fyri.

Í øðrum umfari fekk hann tó stinna mótstøðu og tapti 0-3.

Tey, sum ikki spældu seg víðari, skuldu spæla sokallaðar plaseringsdystir heilt fram til eitt endaligt pláss varð funnið. Her kundu vit breggja okkum av, at leikarar okkara ikki gjørdust aftastir í nakrari kapping. Hanus Sørensen, sum spældi seg víðari, fekk sjálvsagt besta úrslitið og gjørdist nummar 16 út av teimum 26 leikarunum í U15-kappingini. Í hesi somu kapping gjørdust Sveinur M. Nolsøe, Magnus Holm Jacobsen og Knútur Jóannesarson nummar ávikavist 22, 23 og 25.

Eyðun Ellendersen og Dávur Hansen spældu í U18-kappingini, har teir eiheldur spældu seg víðari og báðir taptu 0-3. Eyðun, sum argaði nakrar útlendingar við sínum verjukenda spælistíli, gjørdist nummar 26 út av 29, meðan Dávur vann dystin um tey bæði aftastu plássini og gjørdist nummar 28.

Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen spældu í U15-kappingini hjá gentum, har eingin teirra leikti seg víðari, men í plaseringsdystunum megnaðu at koppa íslendskum leikarum og fingu eitt 18. (Durita) og 19. pláss (Anna) sum løn.

Lív Øster, sum er fødd ein dag ov seint til at luttaka í U15-kappingini hjá gentum, og upprunaliga hevði fingið serloyvi at spæla við í tí kappingini, men síðani seinni varð tikið aftur, mátti luttaka í U18-kappingini. Hon vísti gott spæl, men tapti næstseinasta dystin tepurt 1-3 fyri einari íslendskari, áðrenn hon í dystinum um tey bæði seinastu plássini hølvaði eina somuleiðis íslendska av. Mótstøðuleikarin fekk seks stig tilsamans.

Samanumtikið um henda dagin kann sigast, at ferðalagið er fegið um, at eingin endaði á aftasta plássi. Tað er eitt ljóspunkt sæð í ljósinum av, at hetta er fyrstu ferð vit luttóku, og hava vit nú nakað at byggja upp á, um valið skuldi fallið á at farið til Estlands aftur til hesu árligu kappingini.