estland-d-1.jpg
Knútur og Sveinur knógvaðu Íslandi í U15-kappingini

Estland, dagur 1: Sveinur gjørdi bart

Føroyar luttaka í hesum døgum á fyrsta sinni í North European Youth Championships í Haapsalu í Estlandi, har luttakandi londini - umframt Føroyar - eru Danmark, Noreg, Ísland, Finnland, Estland, Litava og Lettland. Fyrireikararnir hava borið fram, at teir eru sera fegnir at síggja føroyingarnar luttaka í hesi kappingini, sum er fyriskipað av norðurevrupeisku borðtennissamgonguni, NETU. Borðtennissamband Føroya er partur av hesi samgongu.

Føroyski hópurin fór úr Føroyum tíðliga leygarmorgunin, og eftir eina gisting í Keypmannahavn varð flogið til estlendska høvuðsstaðin, Tallinn, sunnudagin, haðani tað varð koyrt í bussi í ein tíma til Haapsalu, har kappingin fyrigongur. Umstøðurnar eru sera góðar og bæði gista, eta og spæla leikararnir á sama ítróttardeplinum. 

Tað er lítið at taka seg aftur í, at hetta er ein sera sterk kapping, har bestu ungdómsleikararnir í øllum londunum fyrireika seg til ungdóms-EM, sum verður í Eysturríki í næstum. Kappingin er byrjað sum ein liðkapping áðrenn farið verður undir einmansleik seinnapartin týsdagin, og eru føroysku liðini Hanus Sørensen/Magnus Holm Jacobsen og Knútur Jóannesarson/Sveinur Mortensen Nolsøe í U15, Dávur Hansen/Eyðun Ellendersen í U18 og Anna Mikkjalsdóttir/Lív Øster í U15. Durita Jensen, sum er níggjundi føroyski leikarin á ferðini, hevur leikt saman við einari íslendskari gentu, ið eitur Kolfinna.

Tað, sum leingi líktist einum elddópi, har øll lið okkara høvdu stórar trupulleikar við at fáa bara eitt sett til høldar, endaði í einum sonnum megnaravriki. Hanus Sørensen og Magnus Holm Jacobsen vóru fyrsta ljóspunktið á degnum við at stjala eitt sett frá Finnlandi, meðan øll hini liðini taptu greitt 0-3 allar liðdystirnar.

Men so var tað Sveinur Mortensen Nolsøe, sum saman við barndómsvinmanninum og liðfelaganum, Knúti Jóannesarsyni, hevði valt at hála stórspælið upp úr lummanum. Hetta prógvaði hann í liðdystinum ímóti Íslandi, har hann vann báðar sínar dystir. Knútur Jóannesarson tapti sín dyst, men av tí at teir báðir føroysku leikararnir vunnu tvímansleikin, kundu teir saman við restini av hópinum fegnast um fyrsta føroyska sigurin í North European Youth Championships nakrantíð - nevniliga ein søtur 3-1-sigur á Íslandi.

Eisini genturnar spældu ein góðan dyst og taptu tepurt 2-3 fyri Lettlandi.

Øll liðini spæla týsmorgunin sokallaðar plaseringsdystir í bólkinum fyri tey tapandi liðini, meðan tað seinnapartin verður einsmansleikur á skránni.