Venjaraskeið.jpg

Eitt læruríkt venjaraskeið

Leygardagin 18. august skipaði Borðtennissamband Føroya fyri venjaraskeiði í høllini á Hálsi í Havn, har svenski instruktørurin, Jan Berner, undirvísti føroyskum venjarum og øðrum áhugaðum.

 

Níggju skeiðsluttakarar vóru. Hesir fingu frálæru og íblástur til at við munagóðum og stuttligum hátti taka ímóti spildurnýggjum og ungum leikarum til venjingar úti í feløgunum. 12 ungir leikarar vóru við á skeiðnum sum royndarspælarar saman við foreldrum – hesir hugnaðu sær óført, og sum heild gekst skeiðið sera væl.

 

Eftir tann praktiska partin, har leikarar, foreldur og venjarar spældu ymisk spøl, hevði undirvísarin eina samanumtøku av tí, ið skeiðsluttakararnir júst høvdu lært og roynt í verki. Skeiðsluttakararnir vóru samdir um, at teir nú vóru munandi betur bjálvaðir til at taka ímóti nýggjum spælarum til venjignarnar í vetur.

 

Skeiðið var serliga viðkomandi á tann hátt, at vetrarvenjingarnar eru um at byrja úti í felagnum, og at tað eru tiltøk sett í verk fyri at økja um talið av borðtennisspælarum kring landið.