byrja-kl.jpg

Byrja kl. 18 fríggjakvøldið 15. apríl

Kappingarnevndin boðar frá, at deildirnar kvinnuunglingar, mansunglingar og meðaldeild verða avgreiddar fríggjakvøldið 15. apríl.

Eisini verða innleiðandi dystirnir í kvinnudeildini og meistaradeildini hjá monnum leiktir sama kvøldið.

Í teimum báðum seinast nevndu deildunum verður leikt fram til finalurnar, sum verða avgreiddar stóra finaludagin - leygardagin 16. apríl í ítróttarhøllini á Hálsi.

Byrjað verður kl. 18, og spælt verður í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt uppi í Hoyvík.