208_r_705_0.jpg
Rakul og Henrietta hava fingið bronsuna handaða frá ongum minni enn Eriku Prean - mammu legendariska Carl Prean.

Bronsan hjá kvinnunum veruleiki

Stóri finaludagurin í borðtennis endaði borðtenniskappingina fríggjadagin. Rakul og Henrietta, ið longu høvdu tryggjað Føroyum bronsuna, skuldu royna seg í hálvfinaluni móti stórtalentinum Alice Loveridge og tí royndu Dawn Morgan.

Rakul og Henrietta spældu ein góðan dyst, spældu frítt og løgdu meiri trýst á Guernsey-kvinnurnar, enn nakar hevði roknað við. Spenningur var í øllum settunum. Fyrsta og annað sett taptu okkara 11-9. Í øðrum setti foldaðu okkara seg veruliga út og vunnu 11-8. Guernsey kvinnurnar svaraðu so aftur í fjórða setti og vunnu seg í finaluna við at vinna settið 11-8 og sostatt taptu vit 3-1 ímóti favorittunum.

Eitt flott, søguligt og væl uppiborið bronsu-heiðursmerkið til Rakul Mikkjalsdóttir (1992) og Henriettu Nielsen (1994). Hetta er fyrstu ferð, at føroyskar borðtenniskvinnur vinna heiðursmerki - liðkappingin undantikin - á oyggjaleikum.