gp5-5.jpeg
Hans Elias Arge.

46 leikarar kappaðust á Hálsi

5. og næstseinasta umfar í ársins Grand Prix-kapping varð spælt í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 8. februar. 45 leikarar í aldrinum sjey til 51 ár luttóku, og hetta luttakaratalið er tað hægsta í ár - og eisini tað hægtsa í nógv ár.

 

Í A-bólkinum vóru tað Pætur Albinus og Peter H. Niclasen úr Tór, sum dystaðust í einari sannari bólkafinalu. Teir høvdu báðir vunnið allar sínar dystir áðrenn teir hittust í allarseinasta dystinum í kappingini. Hetta gjørdist til ein ómetaliga tættan dyst, sum koppaði til Pætur. Pætur vann dystin 3-2 og 12-10 í fimta og avgerandi setti.

 

B-bólkin vann Britt Michelsen úr TBF. Hon flutti seinast niður úr A-bólkinum, men steðgurin var stuttur í B-bólkinum, tí í dag var hon sannførandi og tryggjaði sær uppflyting saman við einari aðrari ungari TBF-kvinnu, Marin Elisabet Poulsen.

 

Í C-bólkinum var tað Bárður Enni Danielsen, sum vann. 11 ára gamli garpurin úr Tór í Havn kennir í løtuni ikki til annað enn at vinna í borðtennis, og hann hevur higartil hetta Grand Prix-kappingarárið vunnið 20 út av 20 dystum. Ein ótrúlig sigursrøð, sum helst verður trupul at halda fast við nú hann hevur vunnið seg heilt upp í B-bólkin.

 

Í niðaru bólkunum var tað hugaligt at síggja tey mongu, sum vóru til sína fyrstu kapping, og sum kýta seg fyri at vinna seg uppeftir. Tilgongdin av borðtennisleikarum merkist av álvara, og hóast tað var trongligt í høllini í dag, so gongur tað við smidligari fyriskipan, og vit í Borðtennissambandi Føroya vóna at síggja enn fleiri leikarar til kappingar.

 

Nú er bara eitt Grand Prix-umfar eftir hetta kappingarárið. Tað verður spælt leygardagin 29. februar í Havn.

 

Samlaða Grand Prix-støðan verður dagførd og løgd út her á heimasíðuna í morgin, sunnudagin.

 

Sí myndasavnið niðast í greinini.

 

5. Grand Prix-umfar - úrslit

 

Bólkur A

1. Pætur Albinus (Tór)

2. Peter H. Niclasen (Tór)

3. Sveinur M. Nolsøe (Tór)

4. Tórur Eið Eliasen (Tór)

5. Vagnur Nolsøe (TBF)

6. Ári F. Jensen (Tór)

7. Heri Lava Láadal (Tór)

8. Petur Dagfinn Højgaard (Tór)

 

Bólkur B

1. Britt Michelsen (TBF)

2. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

3. Anja Wongwai (TBF)

4. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)

5. Silas Rasmussen (Tór)

6. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

7. Josvá F. Højgaard (TBF)

 

Bólkur C

1. Bárður Enni Danielsen (Tór)

2. Maria Albinus (Tór)

3. Hanna F. Højgaard (TBF)

4. Reinar Garðshamar (TBF)

5. Hans Elias Arge (Tór)

 

Bólkur D

1. Hans Jacob Petersen (TBF)

2. Jákup Margar Debess (Tór)

3. Poul Knút Poulsen (TBF)

4. Rólant Hansen (TBF)

5. Kristian Niclasen (TBF)

6. Páll H. Sørensen (TBF)

 

Bólkur E

1. Regin Dam (Tór)

2. Saxo Patursson Vase (Tór)

3. Tummas Wilhelm (Tór)

4. Atli Skaalum (Tór)

5. Tobias Garðshamar (TBF)

6. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

7. Ingálvur Lahmhauge (Tór)

 

Bólkur F

1. Búgvi Dávisson Skála (Tór)

2. Jónas Weihe Markling (Tór)

3. Elias Krogh Sørensen (TBF)

4. Vár Højgaard (Tór)

5. Lias Arnason (TBF)

6. Eyðun Høgenni (Tór)

 

Bólkur G

1. Ragnar Dahl Højgaard (Tór)

2. Aleksandur Ellefsen (Tór)

3. Maria Niclasen (Tór)

4. Erika Niclasen (Tór)

5. Bragi á Rógvi (Tór)

6. Kjartan Gray (Tór)

7. Bjartur Niclasen (Tór)