gpm11.jpeg

3. GP-umfar verður leygardagin

Nú verður aftur farið at kappast. Leygardagin kl.12.00 verður 3. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn.

Allir leikarar, eisini nýggir leikarar, eru vælkomnir. Tilmelding fer fram við dómaraborðið eina løtu áðrenn kappingin byrjar.