Til Íslands á venjingarlegu

 

Í morgin, fríggjadagin 5. oktober, fer føroyska ungdómslandsliðið til Reykjavíkar, har tað um vikuskiftið verður skipað fyri felags venjingarlegu saman við íslendskum ungdómsspælarum. Vant verður tvær ferðir fríggjadagin og tvær ferðir leygardagin, og sunnudagin er kapping á skránni.


Føroyska ungdómslandsliðið hevur fyrireikað seg við venjingarlegum her heima, og nú verður spennandi at máta seg við íslendskar spælarar. Føroyar og Ísland hava eftir hondini eina drúgva innanhýsis søgu í borðtennis, og londini hittast framvegis á hvørjum ári eitt nú í Arctic Open.


Longri hevur verið ímillum, at ungdómsspælarar frá hesum báðum vinartjóðunum hava hitst, men hetta samstarvið við felags venjingarlegu, ið nú er fingið í lag, er eftir ætlan afturvendandi og skal vera við til at skumpa hesar báðar lutfalsligu lítlu borðtennistjóðirnar fram á leið.


Hópurin:


Ári Fríðason Jensen (Tór)

Rói Seyer Hjaltason (Tór)

Victoria Debes (TBF)

Høgni Heinason (Tór)

Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

Aron Frankieson Knudsen (Tór)

Julian Frankieson Knudsen (Tór)

Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Anja Wongwai (TBF)

Heri Lava Láadal (Tór)

Tórur Eið Eliasen (Tór)

Britt Michelsen (TBF)


Venjari: Pætur Albinus





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S