Eyðun Ellendersen.

Spæla um fimta plássið ímorgin

 Innleiðandi bólkaspælið í liðkappingini endaði ímorgun við tveimum dystum. Fyrst stórfavorittarnir á heimavølli, Gotland. Knútur Jóannesarson og Sveinur M. Nolsøe sluppu at royna seg í einstaklingakappingini fyri fyrstu ferð móti veðrunum av Gotlandi. Føroyingarnir bitu frá sær, men vit taptu dystin 0-7.

Knútur 0-3 og 0-3

Sveinur 0-3 og 0-3

Henrietta og Durita 1-3

Durita 0-3

Durita og Knútur 0-3


Seinasti dysturin í bólkaspælinum var ímóti Menorca. Vit smurdu tey av 7-0. Soleiðis vunnu vit 24 av 35 dystum í liðkappingini og taptu 11. 

Pætur 3-0 og 3-0

Eyðun 3-0 og 3-0

Henrietta 3-0

Henrietta og Durita 3-0 u.d.

Henrietta og Pætur 3-1


Greitt triðja pláss í okkara bólki. Vit skulu dystast um plássini nr. 5 til nr. 8. Í sjálvum sær er hetta eitt flott úrslit í liðkappingini. Fýra av sjey dystum eru einstaklingadystir hjá monnum - her er stór útskifting farin fram og ungir leikarar hava fingið møguleikan, samstundis sum Pætur er vorðin ein av álitismonnunum á liðnum. Serliga Eyðun Ellendersen hevur havt eitt gott kappingarár á landsliðnum. Til Arctic Open imponeraði hann og á leikunum á Gotlandi higartil hevur hann leverað fyrsta floks. Á Jersey 2015 endaðu vit nr. seks - hesa ferð megna vit tað sama við einum meiri óroyndum liði - og tí er tað eitt flott úrslit.

Fyrsta mótstøðuliðið varð Isle of Man, sum endaði nr. fýra í hinum bólkinum. Vunnu vit, so skal spælast um fimta plássið í morgin - tapa vit, so spæla vit um sjeynda plássið.

Eyðun spældi fyrsta dystin móti einum sum hevur sama spælistíl, sum Eyðun - defensivt spæl og langt frá borðinum í heilum. Nógvir langir tvídystir har báðir stóðu langt frá borðinum og trýstu hvønn annan út í hornini á vøllinum til annar ikki raktið borðið. Eyðun bardi hin niður og vann 3-1. Millum annað endaði seinasta settið 13-11.

Síðani slapp Henrietta at royna seg. Vann fyrsta sett, vann næsta sett og smurdi damuna av Isle of Man av í triðja setti. 2-0 til Føroyar.

Royndasti maðurin slapp síðani á vøllin. Pætur Albinus vann lættliga 3-0. Ein sigur aftrat, so er hesin dysturin vunnin.

Henrietta og Durita skuldu royna seg. Taptu fyrsta settið, men svaraðu aftur í øðrum. 1-1 í settum. Tær hildu fast í góðu gongdini og vunnu sannførandi næstu tvey settini og vit vunnu dystin 4-0. Í dystum um plaseringarnar er ikki neyðugt at leika allar sjey dystirnar.

Ímorgin kl. 0900 møta vit Jersey í dystinum um fimta plássið. Eins og seinast á Jersey. Óansæð úrslit ímorgin, so er úrslitið góðtikið - og eingin veit - kanska vit taka fimta plássið?





«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S