Nýggja stórhøllin á Hálsi

Seinastu FM kappingarnar verða avgreiddar vikuskiftið 6.-8.apríl

Seinastu FM kapppingarnar kappingarárið 2017-18 verða avgreiddar vikuskiftið 6.-8.apríl.

Innleiðandi kappingarnar byrja fríggjakvøldið 6.apríl kl. 18.00 í høllini á Hálsi, tá kvinnudeildin og meistardeildin hjá monnum spæla seg fram til finalurnar í einmansleiki og tvímansleiki, umframt at blandaður tvímansleikur eisini er á skránni. Finalurnar verða so spældar á stóra finaludegnum, ið Borðtennissamband Føroya skipar fyri saman við Judosambandinum og Badmintonsambandinum í nýggju stórhøllini á Hálsi.

Harumframt skipar Borðtennissambandið fyri sjálvstøðugari FM kapping í meðaldeildini, og leikarar, ið ynskja at vera við til hesa kapping, møta í høllini kl. 18.







«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S