Rói Hjaltason í miðjuni

Rói Hjaltason vann eisini mansunglingar

Rói Hjaltason úr TÓR gjørdist stóri heiðursmerkjaslúkurin við FM kappingarnar fyri í borðtennis í ár.

Hann vann nevnliga smádreingjadeildina, dreingjadeildina og mansunglingadeildina.

Mansunglingar:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR

Nr.2 Helgi Ólavsson, TBF

Nr.3 Tórur Ei Eliasen, TÓR

Tvímansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, TÓR

Nr.2 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, TÓR

Nr.3 Ári F. Jensen og Julian Frankieson, TÓR