Henrietta í leiki í Ìslandi í 2013 - hon verður at síggja í Hoyvíkshøllini komandi vikuskiftið.

Millumtjóða borðtenniskapping í Hoyvíkshøllini

 Komandi vikuskiftið skipar Borðtennissamband Føroya fyri millumtjóða borðtenniskapping í Hoyvíkshøllini. Hetta er sokallaða Arctic Open, ið verður fyriskipað á fimta sinni. Kappingin varð hildin fyrstu ferð í Reykjavík í 2013, síðani í Havn í 2014, í Nuuk í 2015, aftur í Reykjavík í 2016 og hesa ferð í Hoyvík í 2017. Tjóðirnar, ið luttaka, eru Grønland, Ísland og Føroyar.

Íalt 34 borðtennisleikarar, 21 menn og 13 kvinnur úr hesum trimum londunum leggja til brots Dýra biðidag kl. 1430 við liðkappingini. Seks manslig og fýra kvinnulið spæla øll móti øllum – hildið verður fram til umleið kl. 2200. Liðkappingin er tann einasta kappingin har eingin hálvfinala ella finala er – sum sagt, øll liðini spæla móti øllum.

Leygarmorgunin kl. 0900 spæla menninir seinasta umfarið í liðkappingini og kvinnurnar byrja við kappingini í tvímansleiki. Á middegi byrjar blandaður tvímansleikur og seinnapartin tvímansleikur hjá monnum og einstaklingakappingin hjá kvinnum. Roknast kann við, at spælt verður til umleið kl. 1800. Spælt verður fram til hálvfinalurnar.

Sunnumorgunin er einstaklingakappingin hjá monnum á skránni. Byrjað verður kl. 0900.

Kl. 1300 byrja hálvfinalurnar í hesi raðfylgju: Blandadur tvímansleikur, tvímansleikur menn, einstaklingar kvinnur og einstaklingar menn.

Kl. 1500 byrja finalurnar í somu raðfylgju.

Grønlendingar og Íslendingar hava bestu kortini í hondini á manssíðuni – Grønland við Ivik Nielsen á odda og íslendingar við Kára Mimisson fremst. Harafturímóti hava vit Henriettu Nielsen á kvinnusíðuni.. Vanliga er kappingin jøvn og heiðursmerkini verða javnt býtt – spennandi verður at síggja um hendan gongdin heldur fram.

Rættilig vinarbond eru knýtt millum hesi londini seinastu fimm árini – somuleiðis millum leikararnar. Samstundis, sum hetta er ein vinarkapping, so verður so sanniliga barst um gull, silvur og bronsu í øllum kappingunum. Kappingin er samstundis ein liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar í Gotlandi síðst í juni.

Øll eru vælkomin í Hoyvíkshøllna at hyggja – ókeypis atgongd.

So hvørt úrslit fyriliggja verða tey løgd út á heimasíðu Borðtennissambandsins www.btsf.fo

 

Jóannes Guttesen, Borðtennissamband Føroya.





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S