Jan Berner

Innbjóðing til stutt venjaraskeið

Borðtennissamband Føroya bjóðar við hesum til stutt venjaraskeið nú leygardagin tann 18. august. Skeiðið er serliga ætlað nýggjum og lættari royndum venjarum og spælarum, sum fáa frálæru og hugskot til byrjunarvenjingar saman við børnum og foreldrum. Endamálið er, at vit fáa fleiri – ung sum gomul – bjálvað til at taka ímóti nýggjum spælarum við stuttligum og munagóðum venjingum.

Á skrá verður:

· Grundfrálæra

· Stutt teori og hugskot

· Praktiskur partur

Tað verður tann praktiski parturin, ið kemur at fylla mest. Hesa løtuna fara vit at royna tað í verki, sum vit hava lært í undirvísingini.

Skeiðið verður í Borðtennishøllini – í kjallaranum í høllini á Hálsi leygardagin frá kl.15.00 – 17.30. Undirvísari verður svenski instruktørurin, Jan Berner.

Skeiðið er ókeypis. Neyðugt er ikki við tilmelding.

Øll eru hjartaliga vælkomin!





«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S